Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Bjørk á toppinum

Bjørk Herup Olsen er nú farin undir sítt triðja ár á East Carolina University, har hon sum ein góður rennari hevur fingið scolarship. Har yviri byrjar árið við cross-kappingum, sum eru frá september til november. Tey bæði fyrru árini gekst ikki so væl sum vónað. Fyrsta árið hevði hon ein skaða í fótinum, og kom seint í gongd, meðan hon seinna árið hevði sera ringt við at raka dagin og fáa góð úrslit, hóast tað gekk rættiliga væl til venjingarnar.

Hóast mótburðin hevur Bjørk víst stóra sálarliga styrki. Í summar sóu vit eina væl trimmaða Bjørk seta tvey sterk føroysk met í Gøtuborg, og síðani tá er bara gingið framá. Fyri góðari viku síðani vann hon so sína fyrstu kapping yviri í statunum. Hetta var ein 5 km cross-kapping í Lake Kristi, har Bjørk hevði frálíku tíðina 17.44 min. Longu eina viku frammanundan var okkurt sum bendi á, at Bjørk nærkast stórformi, tí eisini tá rann hon ein 5 km cross uppá 17.49 min og gjørdist nr. 14 (nr. 2 á sínum liði)

Aftur hetta farna vikuskiftið gjørdi Bjørk um seg. Hesuferð var tað 6 km cross  í Charlotte Invitationals, sum er ein enn størri og sterkari kapping. Her eydnaðist Bjørk at gerast nummar 8 av 233 kvinnum við tíðini 21.38. Hetta svarar til eina meðalferð uppá 3.36 pr  km, og gloymið ikki, at hetta er cross-renning við brekkum og svingum! Bjørk hevur báðar hesar seinastu kappingarnar verið besta kvinnan á sínum liði, og sigur tað nógv um hennara framgongd. Tí hini bæði árini hevur hon fyri tað mesta verið nr. 4 og 5 á sínum liði. Sum ein eyka undirstriking av styrkini hjá Bjørk kann nevnast at hon var ein heilan minutt framman fyri sín besta liðfelaga, og tann gentan plagdi at vinna á Bjørk tey bæði fyrru árini.

Góðu úrslitini eru umrødd á ecupirates.com, sum er heimasíðan á unirversitetinum, og heldur ikki hjá Dansk Atletikforbund er hetta farið afturvið borðinum, tí eisini teirra heimasíða, www.dansk-atletik.dk, hevur skrivað um Bjørk.

Næsta vikuskifti er eingin kapping, men 13. oktober verður aftur farið í píkaskógvarnar. Tá verður tað Pre-Nationals í Louisville, Kentucky, har tær fara at renna 6 km. Nú verður spennandi, um Bjørk kann halda formin fram til oyggjaleikirnar um 9-10 mánaðir, tí so verður tað stuttligt hjá okkum føroyingum at fylgja við.

Permumynd
Bjørk saman við liðfeløgum sínum, sum nokk allar høvdu klárað føroysku oyggjaleikakrøvini. Men Bjørk er tann stinnasta!

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar