Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Vetrarkappingin endaliga tilrættisløgd

Aftur komandi vetur fara FÍF og feløgini at skipa fyri árligu Vetrarkappingini. Ein avgerandi broyting er tó, at nú verða heili 7 umfør í mun til tey 5, sum hava verið seinnu árini. Sum ein viðurkenning av at tey smærru feløgini royna at byggja eitt renniumhvørvi upp, fer FÍF saman við Hvistan og Frælsi at skipa fyri kappingum í Trongisvági og í Vágum.  Seinasta ár skuldu rennararnir luttaka í minst trimum av teimum fimm kappingunum fyri at verða við í samlaða úrslitinum. Nú tá tvær kappingar eru komnar afturat, er hetta broytt til at luttakast skal í minst fýra av teimum sjey kappingunum.

Siðbundna kappingin Runt Agnið verður aftur í ár startskotið til Vetrarkappingina. Runt Agnið er ein sera vælumtókt kapping á einum sera vælumtóktum renniteini. Á hvørjum ári hava alt fleiri og fleiri rennarar verið við her, eisini hóast veðrið ikki altíð hevur skikkað sær so væl. Seinasta ár vóru um 80 rennarar við, tá Vetrarkappingin byrjaði, og í ár vóna vit at røkka talinum 100, tá Runt Agnið verður fyriskipað tann 17. november.

Umframt økta kappingartalið, er eisini ein onnur broyting. Seinasta umfarið, Várkappingin í Runavík, verður samstundis FM í 10 km landavegsrenning. Vanliga renningin um FM í 10 km landavegsrenning, sum hevur verið týsdagin eftir Eystanstevnu, verður strikað.

Samlaða yvirlitið yvir Vetrarkappingina:

  1. 17. november – Runt Agnið (10,3 km)
  2. 8. desember – Tórshavn (11 km)
  3. 12. januar – Frælsi (rutan í Vágum ikki løgd enn)
  4. 2. februar – FM Cross í Hoydølum (8 km)
  5. 23. februar – Hvannasund (10 km – kann verða broytt ruta)
  6. 16. mars – Hvistan (runnið verður við viðarlundina í Trongisvági)
  7. 30. mars – Várkapping Runavík (Føroyameistaraskap 10 km)

Vetrarkappingin er fyri ØLL. Fyri tey, ið bara hava hug at hitta aðrar rennarar, fyri tey, ið krevja kappingarvenjing fram móti oyggjaleikunum, fyri tey, ið hava hug til onkra hissini kapping her og nú, og tey ið vilja vera við hvørja ferð, og savna so mong stig saman sum gjørligt.

Bólkar, reglugerð, innbjóðing og tilmelding verður klárt skjótt – fylgið við her á síðuni.

Vit síggjast á Toftum 17. november.


Rúni Seloy og Regin Joensen stóðu seg væl Runt Agnið í fjør – men munnu teir ikki ætla sær enn meira í ár?

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar