Nú er tíðin komin at melda endaliga til HM í 1/2 maraton, sum verður í Keypmannahavn 29. mars 2014. FÍF hevur nú fingið kotur (login) til hvønn einstakan av teimum, sum longu nú hava goldið fyri teirra startnummar til FÍF.
Fyri at fáa fatur á hesi kotu, skulu tit senda ein teldupost til Guttorm Sørensen (gutti@olivant.fo) OG Hall Holm (hallur@nordbil.fo). Í teldupostinum skulu tit bara skriva tað nummarið, sum tykkara navn hevur fingið á endaliga listanum yvir luttakarar. https://www.athletics.fo/?p=6961>. Tey, ið standa fyri tveimum startnummurum, skulu viðmerkja, at tey standa fyri tveimum nummurum. Tey fáa so tveir teldupostar við hvør sínari kotu (login). Tað hevur stóran týdning at telduposturin er stavaður rætt, soleiðis at hann kemur fram til tykkara.
Tá tit hava fingið kotuna, sum í veruleikanum er ein slóð til tilmeldingina, skulu tit fylla teigarnar út og senda. Fyri at fáa t-skjúrtuna ókeypis, skal hendan tilmeldingin verða avgreidd innan 1. januar 2013 – altso innan tvær vikur!
Vit hava eisini gjørt ein facebook-bólk, har møguligir spurningar verða svaraðir. Hann eitur HM í 1/2 marathon 2014 – FØROYINGAR. http://www.facebook.com/#!/groups/187996311338643/?fref=ts. Og her kunnu vit eisini gleðast saman um komandi túrin. Hetta er ein lukkaður bólkur, so tit, sum hava goldið fyri startnummarið, skulu søkja um vinarlag við bólkin.
Viðvíkjandi leiguflogfari kann eg upplýsa, at vit enn ikki hava fingið nøktandi prís á flúgving og at vit arbeiða víðari við hesum.

