Leygardagin 5. januar kl. 11.00 skipa Roysnið og Treysti fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.
Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Veðrið avgerandi
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 5. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.

Frá startinum seinasta í 2010, tá nógvur mótvindur var
Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei.
Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.
Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1998 ella fyrr.
Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1998)
-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1958-67)
-Menn Superveteranar (f. -1957)
Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.
Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 4. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin.
Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.
Eftir renningina, stutt eftir kl. 13.00 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri umklæðing.

