Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Venjaraskeið hjá ÍSF: Venjari 1

Hetta vikuskiftið skipar ÍSF aftur fyri  venjaraskeiðinum “Venjari 1”. Skeiði er fyri venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum, øllum sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Á skeiðinum lærir tú um fysiska, psykiska og samfelagsliga menning hjá børnum. Tú lærir námsfrøði og fært ítøkilig hugskot til spøl og venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi og góða vitan um fyribyrging av skaðum og eisini um uppvenjing av skaðum.

Skeiðið kostar 650 kr., og skal gjaldast við tilmelding á heimasíðuni hjá ÍSF. Tey, sum eru í útbúgvingarskipanini hjá FÍF fáa peningin endurgoldnan frá FÍF. “Venjari 1” er supplerandi partur til svensku venjaraútbúgvingina hjá FÍF, og skal hetta skeiðið takast fyri at fáa endaliga venjaraprógvið.

Annars skipar ÍSF eisini fyri “Venjari 2” , sum umfatar trý vikuskifti og byrjar í mars. FÍF fer eisini saman við Randi Kúrberg og Hera Ziska at skipa fyri venjarskeiðinum “Børn 10-12 ár” Meira um hetta heilt skjótt.

Lesið her um “Venjari 1” á heimasíðu ÍSF’s: http://www.isf.fo/?p=2669

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar