Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Bragdið havt aðalfund

Í gjárkvøldið var ársaðalfundurin hjá Bragdinum hildin í stóra fundarhølinum hjá ÍSF. Uppmøtingin var á góðari leið; einir 25 limir vóru á fundinum, sum valdi Hilmar Høgenni til fundarstjóra. Formansfrágreiðingin hjá Fríðriki var drúgv og góð. Fríðrikur greiddi frá nógva virkseminum, sum felagið dagliga borðreiðir við, og fegnaðist eisini um, at limatalið er vaksandi, og í dag er um 350 limir. Kassameistarin Niels Jákup Jakobsen legði roknskapin fram. Hesin vísir, at Bragdið eisini er væl rikið felag, tá tað um tað fíggjarliga ræður

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Anna Maria Seloy tók við afturvali og er vald næstforkvinna, meðan Michael Feldballe og Niels Jákup Jakobsen ikki tóku við afturvali. Harafturat hevur Árna Helmsdal ynskt at sleppa úr nevndini í úrtíð. Í teirra stað blivu vald Ann Thomsen, Sunniva Bjarnastein og Herluf Jacobsen.

Farandi nevndarlimir hava gjørt gott og drúgvt arbeiði fyri Bragdið. Árna hevur verið eitt snúningspunkt til nógv tiltøk. Michael hevur staðið á odda fyri fleiri nýskapanum í sambandi við tíðtøku, og er eisini maðurin, sum hevur umsitið nýggju chip-tíðtøkuútgerðina. Harafturat hevur hann umsitið og dagført limalistarnar og kravt inn limagjald. Niels Jákup hevur sitið í nevndini í eitt mannaminni. Hann er tó ikki longur burturi, enn at hann varð valdur til tiltakslim.

Nýggju nevndarlimirnir hava longu prógvað, at dugur er í teimum. Ann og Sunniva hava í fleir ár staðið fyri kvinnuvenjingini í felagnum og Herluf hevur eisini ment og styrkt motiónsrenningina hjá monnunum.

Herluf Jakobsen, Anna Maria Seloy, Ann Thomsen, Sunniva Bjarnastein og Fríðrikur Bláhamar
Nýggja nevndin: F.v. Herluf, Anna Maria, Ann, Sunniva, Beinta og Fríðrikur. (Beinta er ikki partur av nevndini)

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar