Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Kunngerð: Ársaðalfundurin hjá FÍF verður 18. apríl

Við hesum verður lýst til aðalfund hjá FÍF. 18. apríl veður ársaðalfundurin hjá FÍF hildin í fundarhølunum hjá ÍSF. Fundurin byrjar kl. 18.00. Skráin verður sambært lógum felagsins, sum sær soleiðis út:

  • Val av orðstýrara
  • Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
  • Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  • Innkomin mál
  • Val av nevndum og eykamonnum
  • Val av skrásettum grannskoðara
  • Ymiskt

Fyri vali standa Niels Jákup Jakobsen, næstformaður og Jonhard Larsen, nevndarlimur

Eisini skulu veljast tveir eykalimir – fyrri og seinni.

Møguligar lógarbroytingar og mál, id ynskjast vidgjørd á adalfundinum, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum ella 4. apríl 2013. Somuleidis skulu uppskot um nýggjar nevndarlimir vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum.

Hesi uppskot skulu sendast til:

Frælsur Ítróttur Føroya
Postboks 274
710 Klaksvík

Hvørt felag kann hava upp til trý umboð á aðalfundinum. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt felag eina atkvøðu.

FÍF bjóðar breyð og okkurt gott afturvið einum kaffimunni.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar