Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Mannfólkarenning verður 6. apríl

Eftir at kvinnurnar nú í nógv ár hava havt egna rennikapping er tíðin komin til at menninir fáa sama møguleika. Tað hendir leygardagin 6. apríl tá Hvirlan á fyrsta sinni skipar fyri Mannfólkarenning. Tiltakið er opið fyri øllum monnum, sum vilja útfordra seg við at renna eina kanska eitt sindur óvanliga rutu, tí rutan verður løgd uttanum vegir, gøtur og brýr, tvs at luttakararnir sleppa at leypa um áir, renna brekkur, í sandi og á øðrum krevjandi undirlagi. Í alt verður teinurin uml. 6 km hjá teimum vaksnu (18 ár og eldri) og uml. 3 km hjá yngsta bólki, men tað er ivasamt um tíðin hjá fremsta manni ikki ferð at liggja væl omanfyri tað, sum vanliga verður nýtt at renna hesar teinar uppá. Fyriskipararnir ivast tó ikki í at nógvir fara at vísa hvat teir kunna undir slíkum umstøðum. Heiðursmerkir verða latin til teir tríggjar fremstu í bólkunum:

  • 17 ár og yngri
  • 18-35 ár
  • 35-45 ár
  • 45-55 ár
  • 55-65 ár
  • 65 ár og eldri

Samstundis verður skipa fyri firmakapping, har tríggir luttakarar eru á hvørjum liðið. Tey lið, sum gerast nummar 1, 2 og 3 fáa steyp til ognar. Einans 6 km teinurin telur í firmakappingini. Byrjað verður við Kjøtbúðina á Akranesgøtu 7. Tá komi er á mál verður smyrjibreyð at fáa í ella uttanfyri hølini hjá Kjøtbúðini á Akranesgøtu 7. Tiltakið er skipa í samstarvið við InterSport, ið letur eina blusu til allar luttakarnar og Kjøtbúðina. Tilmelding fer fram á www.hvirlan.fo


Mannfólkarenningin fær  tað villa fram í monnum og dreingjum!
 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar