Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Venjaraskeið 10 – 12 ár

Tíðin nærkast nú skjótt til venjaraskeiðið 10-12 ár, sum verður í Havn leygardagin 20. apríl og leygar- og sunnudagin 27. og 28. apríl. Skeiðið er ein partur av svensku venjaraútbúgvingini, sum FÍF hevur valt at fylgja, og vit vóna tí, at tey sum vóru við til skeiðið 7-10 ár, eisini verða við til hetta skeiðið.

Endalig skrá fyri skeiðið kemur ein av fyrstu døgunum. Til ta tí eru feløgini vælkomin at finna út av, hvørjar persónar tey hava hug at senda á skeiðið.

Instruktørar verða Randi Kúrberg og Heri Ziska.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar