Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Opnar kappingar á Tórsbreyt fríggja- og leygardagin

Fríggjadagin 3. mei og leygardagin 4. mei fer Hvirlan at skipa fyri opnum kappingum á Tórsbreyt.

Fríggjadagin verður kappast í longdarlop, klingrukasti, 100 m og 800 m. Byrjað verður við longdarlopi kl. 17.00. Síðani koma hinar kappingarnar í nevndu raðfylgju.

Leygardagin verður kappast í trístøkki, spjótkasti og á 400 m í nevndu raðfylgju. Byrjað verður kl. 13.00.

Tilmelding verður á staðnum hálvan tíma undan kappingarbyrjan. Kappingarnar byrja stundisliga, so luttakarar eiga at møta í góðari tíð.

Meira kunning á www.hvirlan.fo


Spjótkast verður á skránni leygardagin. Marita K. Petersen er ein av framtíðarvónunum í spjótkasti.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar