Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Enn eitt gott úrslit til Valborg & Hvirlugentur í Glostrup

Fyri kortum setti Valborg Heinesen nýtt føroyskt met, tá hon var við í Praha ½ marathon. Tá skrivaðu vit eisini, at næsta kapping hennara fór at vera ein 10.000 m á breyt. Hesin 10.000 m varð runnin seinasta leygardag, 27. apríl á Ludowy w Sosnowcu Stadion. (ja, soleiðis eitur tað!)

Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at Valborg skuldi renna á rennibreyt og eisini fyrstu ferð, at hon rann í píkaskóm! Úrslitið á hálvum maraton talaði fyri einari tíð á 10.000 uppá umleið 38.30, men Valborg væntaði kortini at renna eitt sindur skjótari – ja, kanska enntá undir 38 min. Tær vóru 11 kvinnur við í kappingini, harav nakrar heilt sterkar….. vinnarin hevði 35.25! Valborg rann heilt væl í síni fyrstu breytarkapping, og kom á mál sum nr. 6 við tíðini 38.06 min! Havast skal í huga, at 27 hitastig vóru á degnum, og tað merkist á so longum teini.

Valborg metir, at hon fer at renna skjótari næstu ferð. Ger hon tað, so verður hon so væl og virðiliga í ovara og stuttliga partinum í einum oyggjaleikafelti. Valborg er við sínum sterka úrsliti nú næstskjótasta føroyska kvinna á 10.000 m. Føroyska metið eigur Bjørk, og tað er 36.58,27.

Úrslitið frá kappingini í Pólandi sæst her: http://www.domtel-sport.pl/insidethecode/files/3663-pl.pdf


Valborg í stórum stíli ávegis 38.06!!

Leygardagin var Glostrup Games eisini hildið. Glostrup Games er ein av teimu stóru donsku kappingunum, og tríggjar ungar Hvirlugentur vóru farnar niður at kappast. Tá Hvirlan var sín árliga venjingartúr í Våxjø, lá ikki fyri hjá teimum trimum Ednu Mariu Debes, Maritu K. Petersen og Tinnu B. Jørgensen at fara við, so ístaðin fóru tær til Glostrup Games. Tær komu heim aftur við tveimum heiðursmerkjum. Edna Maria vann gull í longdarlopi G16-17 ár við einum lopi á 1.35, sum hon kláraði í fyrsta umfari. Av tí at hon longu tá hevði tryggjað sær gullið, støðgaði hon har, og spardi seg til 100 m kappingina, har hon gjørdist nr. 5 við tíðini 14.00 (v. -0,2)

Marita vann bronsumerki í spjótkasti. Úrslit hennar varð 32.48 við spjótinum, sum vigar 500 gr. Í longdarlopskappingini gjørdist besta lopið 3,99 m.   Tinna, G14-15 ár, rann ein góðan 100 m uppá 14.33. Í longdarlopskappingini miseydnaðist alt. Bert eitt hálvkiksað lop taldi við, og so gjørdist úrslitið 3,54 m.

Meira kann lesast um ungu Hvirlugenturnar á hesi slóð: http://www.hvirlan.fo/gull-og-broncu-a-glostrup-games/

Úrslit frá Glostrup Games eru her: http://test.mars-net.dk/meet/ShowMeet.aspx?MeetId=20a0b583-c785-42ca-ae32-202c917086a4


Ungu Hvirludamurnar eru f.v. Tinna Berg Jørgensen, Marita Káradóttir Petersen og Edna Maria Debes. 

Eisini Bjørk Herup Olsen hevur kappast seinastu tíðina, hóast hon áhaldandi stríðist við ein fótskaða, og tí nærum einki hevur vant. Eitt sindur ørkymlandi er tað hjá henni, nú tað stundar til oyggjaleikir, og hon ikki veit um hon skal koyra fulla ferð á við pínu og hvíla aftaná, ella um hon skal taka tað róligt nú, og so bara vóna tað besta. Hóast úrslit hennara framvegis eru heilt góð, eru tey tó langt frá hennara bestu tíðum. Fyribils hevur hon runnið hesar tíðir:

  • 30. mars 2013, Appalachian State University, Boone, N. Carolina, 3.000 m – 11.08.19
  • 12. apríl 2013, Tom Black Track, Knoxville, Tennesee, 5.000 m, 18.27.48
  • 19. apríl 2013, Irwin Belk Track and Field Center, Charlotte, N. Carolina, 1.500 m, 4.54,54

Hetta verða so tær seinastu kappingarnar hjá Bjørk, innan hon kemur heim um hálvan mei-mánað.

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar