Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Tíðarætlanin til 3. Grand Prix á breyt fríggjakvøldið

So er tíðarætlanin til 3. Grand Prix á breyt klár. Tað tók longri tíð enn væntað, at fáa hana avgreidda, men her er hon so. Byrjað verður sum áður nevnt kl. 18.30. Tá er tað hekkurenningar fyri dreingir 16-17, 18-19 og menn, bóltkast dreingir 10-11, spjótkast gentur 12-13 og longdarlop fyri gentur 8-9. Hesuferð er talan um serliga nógv lop og tí blívur tíðarætlanin naka drúgvari enn undanfarnu umfør.

Íðkarar verða bidnir um at møta í seinasta lagi 30 minuttir áðrenn byrjan. Dómarar og hjálparfólk verða biðin um at møta í seinasta lagi 1 tíma undan kappingarbyrjan.

Hesuferð er tað Treysti, sum hevur ábyrgd av kappingini og tey fara eisini, at selja kaffi/te og annað, meðan kappingarnar fara fram.

Veðurforsøgnin sær sera lovandi út. YR.no lovar 3 m/s av landsynningi, sólglottar og 12 hitastig. So veðurumstøðurnar legga upp til góðar og spennandi kappingar fríggjakvøldið.

Sum nevnt í aðrari grein, so verður skipað fyri “AFTERPARTY” við heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin kl. 16.

Tíðarætlan 3.  Grand Prix á breyt fríggjadagin 21. juni kl. 18.30.

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar