Í dag skipaði Roynsið fyri 3. umfari í summarstevnu Grand Prix í samband við Fjarðastevnuna, sum er á Skála hetta vikuskiftið. Eisini bleiv skipað fyri barnarenning. Sigast má, at tey í Roysnið komu sera væl frá fyriskipan av hesum tiltakið. Startur og mál vóru á vegnum niðanfyri gamla Eik banka. Tey vaksnu runnu fyrst umleið 2,5 km út móti prestagarðinum á Gjarðanesi at venda, framvið málinum aftur og so umleið 1,2 km inneftir gamla bygdavegnum (Skálavegur) at venda og aftur á mál. Eitt fitt høgættarlot var, men tað darvaði bert eitt sindur. Fitt av fólkið var uppmøtt, og rennaratalið varð umleið 70 vaksin og børn.

Fyrst at renna vóru tey vaksnu. Sam Vang legði sera hart út í undanvindinum og undanbrekkuni og fekk eitt fitt hol beinanvegin, næstir honum vóru Borgar Biskopstø og Marnar Djurhuus. Allir hinr løgdu eisini rímiliga hart út. Tá vent bleiv við Prestagarðin eftir 2,5 km var Sam klárt á odda frammanfyri Marnar og Borgar. Eini 25 sekund eftir Borgar vendu Magni Jacobsen og Guttorm Sørensen, og løtu seinni Einar Gregersen. Í mótvindinum byrjaði Marnar at elta Sam og skjótt vóru teir javnir. Borgar lá einsamallur á triðjaplássi, og tað byrjaði spakuliga at styttast aftur Magna og Guttorm. Marnar og Sam vendu mestsum samstundis innanfyri Skála bygd, men so segði Marnar farvæl og takk og rann seg til sigurs, men munurin bleiv ongatíð tann heilt stóri og vóru tað bert fýra sekund á muni tá teir komu á mál. Borgar var bert eini fimm sekund frammanfyri Guttorm og Magna tá teir vendu innanfyri Skála bygd. Hann hevði spart eitt sindur av kreftum, og hóast Guttorm og Magni royndu tað teir vóru mentir, at fáa hann aftur so eydnaðist tað ikki. Borgar bleiv nummar trý, Magni fýra og Guttorm nummar fimm.

Jóhan M. Jacobsen hevur verið aktivur mestsum alt vikuskiftið, men hevði kreftir at renna eisini
Hjá kvinnunum vóru tað Rigmor N. Arge og Rebekka Fuglø, sum fylgdust mestsum allan vegin Duruta R. á Lofti lá naka aftanfyri. Rebekka hevði runnið Grand Prix á breyt fyrrakvøldið, og hon skal saman við landsliðnum til Gøteborg komandi vikuskifti, so sprdi nakað uppá kreftirnar, men vann tó ein tryggan sigur frammanfyri Rigmor og Durutu.
Eftir at tey vaksnu høvdu runnið vóru allar barnarenningarnar avgreiddar í øllum góðum. Eftir loknar renningar varð farið inn í gamla Eik banka, har heiðursmerkjahandanin fór fram. Har var eisini borðreitt við kaffi/te og øðrum góðum.

Arnfinn bjóðaði vælkomin og Marnar var spekari
Myndir, nógvar góðar, eru at finna á leinkjuni her.
Øll úrslitini er at finna niðanfyri. Støðan í Grand Prix eftir hetta triðja umfarið verður løgd út her ein av komandi døgunum.
| VAKSIN | ||||
| Nr. | Tíð | Menn opin bólkur (f. -1997) 7,5 km | ||
| 1 | 26.00 | Marnar Djurhuus | 1995 | Treysti |
| 2 | 26.04 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
| 3 | 27.31 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti |
| 4 | 27.36 | Magni Jacobsen | 1976 | Treysti |
| 5 | 27.41 | Guttorm Sørnsen | 1968 | Treysti |
| 6 | 28.10 | Einar Gregersen | 1995 | Treysti |
| 7 | 28.41 | Debes H. Christiansen | 1966 | Bragdið |
| 8 | 28.59 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
| 9 | 29.02 | Arnfinn Johannesen | 1965 | Roysnið |
| 10 | 29.46 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið |
| 11 | 30.02 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið |
| 12 | 30.03 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
| 13 | 30.09 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
| 14 | 30.19 | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
| 15 | 32.12 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
| 16 | 32.22 | Krismund Johannesen | 1968 | Skála |
| 17 | 33.11 | Jan Rasmussen | 1979 | Bragdið |
| 18 | 33.58 | Bergur Didriksen | 1965 | |
| 19 | 34.24 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
| 20 | 36.47 | Karl Marius Dahl | 1994 | Bragdið |
| 21 | 42.12 | Álvur Áarstein | 1954 | Treysti |
| DNF | Fríðrikur Bláhamar | 1965 | Bragdið | |
| Nr. | Tíð | Menn vet. (f. 1958 – 1967) – 7,5 km | ||
| 1 | 27.31 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti |
| 2 | 28.41 | Debes H. Christiansen | 1966 | Bragdið |
| 3 | 29.02 | Arnfinn Johannesen | 1965 | Roysnið |
| 4 | 29.46 | Johan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið |
| 5 | 30.03 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
| 6 | 30.09 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
| 7 | 30.19 | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
| 8 | 33.58 | Bergur Didriksen | 1965 | |
| DNF | Fríðrikur Bláhamar | 1965 | Bragdið | |
| Nr. | Tíð | Menn supervet. (f. 1957 ella fyrr) -7,5 km | ||
| 1 | 34.24 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
| 2 | 42.12 | Álvur Áarstein | 1954 | Treysti |
| Nr. | Tíð | Kvinnur opin bólkur (f. – 1997) – 7,5 km | ||
| 1 | 30.10 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti |
| 2 | 30.26 | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
| 3 | 31.29 | Duruta R. á Lofti | 1969 | Bragdið |
| 4 | 33.32 | Ella Áarstein | 1964 | Treysti |
| 5 | 34.47 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
| 6 | 38.00 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
| 7 | 38.35 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti |
| 8 | 42.30 | Jóhanna Vang | 1964 | Bragdið |
| 9 | 42.54 | Olga Johannsen | 1967 | Roysnið |
| Nr. | Tíð | Kvinnur vet. (f. 1958 – 1967) – 7,5 km | ||
| 1 | 33.32 | Ella Áarstein | 1964 | Treysti |
| 2 | 34.47 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
| 3 | 38.35 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti |
| 4 | 42.30 | Jóhanna Vang | 1964 | Bragdið |
| 5 | 42.54 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið |
| BØRN, UNG | ||||
| Nr. | Tíð | Gentur – 7 ár (f. 2006 ella seinni) – 750m | ||
| 1 | 3.26 | Sophilia Wraae | 2006 | Tórshavn |
| 2 | 4.13 | Glóa Reginsdóttir á Lofti | 2007 | Bragdið |
| 3 | 5.11 | Jóhanna Ólavsdóttir | 2007 | Roysnið |
| Nr. | Tíð | Dreingir – 7 ár (f. 2006 ella seinni) – 750 m | ||
| 1 | 3.22 | Rúni Vang | 2006 | Bragdið |
| 2 | 4.20 | Óðin J. Glerfoss | 2008 | Bragdið |
| 3 | 4.21 | Dánial Jógvan Gregersen | 2008 | Strendur |
| 4 | 4.26 | Axel Holm Simonsen | 2009 | Bragdið |
| 5 | 4.53 | Dániel Thomsen | 2008 | Hósvík |
| 6 | 5.12 | Bárður Ólavson | 2008 | Roysnið |
| 7 | 5.19 | Rókur Davidsen | 2008 | Norðoyri |
| Nr. | Tíð | Gentur – 10 ár (f. 2003-2005) – 750 m | ||
| 1 | 2.52 | Bára J. Glerfoss | 2003 | Bragdið |
| 2 | 3.01 | Vibeka Sivertsen | 2005 | Treysti |
| 3 | 3.04 | Børka Berg Jørgensen | 2004 | Hvirlan |
| 4 | 3.17 | Maria Josephsen | 2004 | Treysti |
| 5 | 3.19 | Amanda W. Frímundsdóttir | 2005 | Bragdið |
| Nr. | Tíð | Dreingir – 10 ár (f. 2003-2005) – 750 m | ||
| 1 | 2.39 | Hans Erland Thomsen | 2003 | Bragdið |
| 2 | 2.42 | Jónas Isaksen | 2005 | Bragdið |
| 3 | 2.53 | Eiri J. Glerfoss | 2005 | Bragdið |
| 4 | 2.53 | Jógvan Gulfoss | 2004 | Bragdið |
| 5 | 3.11 | Bjarti Vang | 2005 | Bragdið |
| 6 | 3.15 | Áki Dam | 2005 | |
| Nr. | Tíð | Gentur – 13 ár (f. 2000-2002) -1500 m | ||
| 1 | 5:25 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti |
| 2 | 5.29 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti |
| 3 | 5.43 | Rutt Gregersen | 2001 | Treysti |
| 4 | 5.53 | Elisabet Holm Simonsen | 2001 | Bragdið |
| 5 | 6.14 | Urd Reginsdóttir á Lofti | 2001 | Bragdið |
| 6 | 6.25 | Annika Isaksen | 2002 | Bragdið |
| 7 | 6.28 | Ró Reginsdóttir á Lofti | 2002 | Bragdið |
| 8 | 6.37 | Teresa F. Bláhamar | 2001 | Bragdið |
| 9 | 6.44 | Rakul Tausen Olsen | 2001 | Bragdið |
| Nr. | Tíð | Dreingir – 13 ár (f. 2000-2002) – 1500 m | ||
| 1 | 5.33 | Steintór J. Egholm | 2000 | Bragdið |
| 2 | 5.37 | Hans Petur Weihe Fríðmundsson | 2001 | Bragdið |
| 3 | 6.46 | Hans Sivertsen | 2001 | Treysti |
| 4 | 9.59 | Aron av Vollanum | 2002 | |
| Nr. | Tíð | Gentur – 17 ár (f. 1996-1999) – 1500 m | ||
| 1 | 5.33 | Karin Holm Simonsen | 1999 | Bragdið |
| 2 | 6.09 | Herta Skarðhamar | 1996 | Roysnið |
| 3 | 6.58 | Martha Josephsen | 1999 | Treysti |
| Nr. | Tíð | Dreingir – 17 ár (f. 1996-1999) – 1500 m | ||
| 2 | 5.02 | Gunnar Sivertsen | 1999 | Treysti |
| 3 | 5.07 | Rói Dam | 1998 | Roysnið |

