Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Sigurð í undanbrekkuni

Byrjað verður nú við nýggjum tátti á athletics.fo.

“Í undanbrekkuni” hoyra vit eitt sindur nærri um ymsar profilar innan frælsa ítróttin her heima.

Tað er kanska hóskandi at byrja hendan táttin við Sigurð B. Justinussen, ið vann Top Run herfyri og samstundis setti nýtt met fyri rutuna við 45,02 min.

Vistu tit, at hann etur rugbreyð kappingardagin og serliga kappast við ein starvsfelaga?

1. Navn:
Sigurð B. Justinussen

2. Føddur:
1967

3. Felag:
Bragdið

4. Nær byrjaði tú at renna?
Flaggdagin 2000

5. Hvørjum teinum dámar tær best at kappast á?
½ marathon

6. Persónlig met á teinunum:
5 km: 16,58
10 km: 35,12
½ marathon: 1:19:20
Mararthon: 3:02:25

7. Hvat einstakt úrslit er tú glaðast fyri?
MIF Top Run 2005

8. Hvørjum skóm rennur tú í?
Asics 1090

9. Hvat etur tú kappingardagin?
Rugbreyð 3-4 tímar áðrenn kapping

10. Hvussu gert tú teg kláran til eina kapping?
Onki serstakt

11. Hvussu var tín harðasta venjingarvika higartil?
Vika 33 (2005) – Íalt 102 km
Mán 12 km
Týs 14 km
Mik 11 km
Hós 12 km
Frí 30 km
Ley 11 km
Sun 12 km

12. Rennifyrimynd?
Gebreselassie

13. Tín harðasti kappingarneyti?
Arbeiðsfelagin Cecil Weihe !

14. Hvat er títt næsta mál?
Undir 3 tímar fyri marathon (vónandi 25. sept. H. C. Andersen Marathon í Odense)

15. Hvønn annan ítrótt dámar tær?
Serliga talv og fótbólt

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar