Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Talentbólkur av bakkastokki

Tað hevur nú í eina tíð verið í umbúna at stovnseta ein sonevndan talentbólk. Hetta er ein bólkur fyri tey 12 til 17 ára gomlu, sum vísa serlig evni til tær ymsu frælsu ítróttarkappingarnar.

 ferdalagid.jpg

Um vikuskiftið verður skipað fyri venjingarlegu norðuri í Klaksvík fyri tey ungu, sum seinasta árið hava verið úttikin til kappingar uttanlands.

Fyri at koma við í talentbólkin eru sett krøv til úrslit fyri bæði gentur og dreingir í teimum ymsu aldursbólkunum frá 12 til 17 ár. Upptøkukrøvini eru at finna niðast á síðuni.

Umframt tey úrslitaligu krøvini, so verða eisini settar aðrar treytir. Um heilt stutta tíð verður upplýst nærri um treytirnar, og um hvørjar ætlanir verða við bólkinum. 

Hallur Holm er av FÍF settur sum samskipari og úttøkuleiðari fyri bólkin. Afturat honum er Guttorm Sørensen eisini knýttur at bólkinum.

elitukrov dreingir
elitukrov gentur

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar