Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM 10 km og finalan í Betri Vetrarkappingini leygardagin kl. 11.00 í Runavík

Í sambandi við árligu Várkappingina skipa Roysnið og FÍF leygardagin tann 23. marts kl. 11.00 fyri FM í 10 km renning í Runavík. Hetta verður samstundis  eisini 8. og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini 2018/2019. Sjálvt um talan er um FM í 10 km, so er hetta er eisini opin kapping har øll kunnu luttaka. Fyri at luttaka á 10 km skal ein tó vera fødd/føddur í 2002 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.Samstundis sum tey vaksnu renna 10 km, so renna gentir og dreingir 5 km (f. 2003-2007). Unglingar (f. 1998-2002), sum eisini luttaka í opna bólkinum, renna sjálvandi eisini um FM í 10 km.

Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Runavík: út eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina stutt áðrenn rundkoyringinia, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint uttanfyri Shawarma har tað so verður vent úteftur aftur.

Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Sjómansheimið, nakað áðrenn har omansneiðingin er.

várkapping 2017
Byrjanin í 2017Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir.
Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.Bólkar:
Í FM 10 km verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2002)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1964-1973)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1954-1963)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1953)Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Leinka til tilmelding her her: Várkappingin og FM 10km 2019. Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 20/3 kl. 22.00.

Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 10.15 og 10.45. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina (somu skiftirúm sum til Nýggjárshálvmaraton).

Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaðið fyri FM og steyp fyri samlaðu úrslitini í TF Vetrarkappingini.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar