Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit 2. BETRI Stórkapping: Aftur føroyskt met

Her eru úrslitini frá 2. BETRI Stórkapping, sum bleiv hildin á Tórsbreyt í dag. Umstøðurnar at kappast í dag vóru væl betur enn farna vikuskifti. Vindurin var nógv lakari í dag. Aftur í dag sóu vit hópin av góðum úrslitum.

Farna vikuskifti fingu vit eitt føroyskt met í kasti. Í dag fingu vit aftur vit eitt føroyskt met. Hesaferð í renning tá Margit W. Frímundsdóttir rann teir 200 metrarnar uppá 26,57 sekund í góðkendum vindi. Metið frammanundan, sum var 26,82 sekund, átti hon sjálv. Tað setti hon á Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.

Úrslit 2. BETRI Stórkapping 25. mai 2019 á Tórsbreyt

Myndir, sum Bjørg Svabo tók, eru at finna her: Myndir 2. BETRI Stórkapping 2019

Finalan í BETRI Stórkappingini verður leygardagin 15. juni kl. 12.30 á Tórsbreyt. Eftir finaluna verður eins og undanfarin ár skipað fyri “Afterparty” har steyp og heiðursmerki verða handað.

Tilmeldingin er klár og er at finna her: Tilmelding 3. BETRI Stórkapping

Tilmeldingin til Afterparty kemur seinni.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar