Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit frá VK1 Runt Agnið

Fyrsta umfar av BETRI Vetrarkappingini 2019-20 var á Toftum í dag. Eini 70 rennarar runnu siðbundna teinin runt agnið. Tey vaksu runnu 10,3 km og børnini 5 km.

Líkindini at renna vóru góð. Tó var eitt frískt lot av eystri, sum gav mótvind tvørtur um hægsta partin av teininum.

Opna bólkin hjá kvinnum vann Marita Andrasardóttir úr Hvirluni við 43,32 min. frammanfyri Rigmor Napoleonsdóttir Arge, somuleiðis úr Hvirluni, við 44,57 min. og Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum við 48,26 min.

Hjá monnum vann Eirikur Hansen úr Bragdinum við tíðini 38,01 min. frammanfyri Rógva Kárason, somuleiðis úr Bragdinum við 39,14 min. og Einar Gregersen úr Treysti við 40,09 min.

Vinnararnir í dag løgdu seg samstundis á odda í BETRI Vetrarkappingini. Kappingin er skipað bæði fyri einstaklingar og lið. Rennarar skulu vera limir í einum av teimum 6 feløgunum fyri frælsan ítrott fyri at taka lut í kappingini. Í liðkappingini telja tríggir teir fremstu rennararnir hjá hvørjum felagi sum eitt lið, o.s.v.

Eftir kappingina í dag liggur Bragdið 1 fremst í liðkappingini hjá kvinnum við 123 stigum frammanfyri Roysnið 1 (123 stig) og Bragdið 2 (105 stig). Hjá monnum er Bragdið 1 somuleiðis á odda við 137 stigum, meðan Hvirlan 1 (119 stig) og Roysnið 1 (112 stig) eru nummar 2 og 3.

Øll úrslitini frá kappingini í dag eru at finna her:
2/11-2019: VK1 Runt Agnið Úrslit

Og støðan í BETRI Vetrarkappingini eftir fyrsta umfar er at finna her:
2/11-2019: Vetrarkappingin eftir VK1

Næsta umfar av BETRI Vetrarkappingini verður um 14 dagar, leygardagin 16. november, tá Hvirlan skipar fyri Kerjarenning við Hotel Føroyar. Teinarnir eru 10,5 km hjá vaksnum og 1,5 km hjá børnum.

Jóannes Poulsen, Treysti, avmyndar luttakararnar á startinum við Tofta skúla í dag.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar