Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

BETRI VK-4 verður í Sørvági leygardagin

Nú leygardagin 25. januar verður fjórða umfar av Betri Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Frælsi verður vertur. Sjálv rennikappingin verður skotin í gongd klokkan 11.00.

Runnið verður frá kirkjuni í Sørvági til Bíggjar, niðan móti tunnilsmunnanum til Gásadals har vent verður. 

Luttakarar kunnu nýta skiftingarrúmini í svimjuhøllini á skúlanum áðrenn og aftaná. Almenn svimjing er frá 10-15 og eru luttakararnir vælkomnir at brúka tann møguleikan eisini.

Skráseting byrjar kl. 10.00 við Sørvágs Kirkju, og renningin verður sett ígongd kl. 11.00.

Meldast kann til á staðnum fram til klokkan 10.30, men frægast er at gera tað HER áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Goldið verður tá on-line. 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Billedresultat for vk-4 í sørvági

Tað verður kappast í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2003) 9 km
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1965-1974) 9 km
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1955-1964) 9 km
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) 9 km
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) 9 km
-Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) 1 km

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar