Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM fyri vaksin verður næsta vikuskifti

Leygar- og sunnudagin 22. og 23. august verður FM fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Kappast verður í øllum greinum uttan í stangarlopi og 10.000 m.

FM er í ár opin kapping, og FÍF vónar, at síggja øll “tey vanligu” umframt nógv nýggj andlit, sum hava hug at royna síni evni. Einast treyt fyri luttøku er at man er føddur í 2005 ella fyrr.

Kappingargreinar leygardagin:

  • 100 m
  • 400 m
  • 800 m
  • 5.000 m
  • 400 m rimarenning
  • longdarlop
  • klingrukast
  • sleggjuvarp
  • 4×100 m boðrenning

Kappingargreinar sunnudagin:

  • 200 m
  • 1.500 m
  • 100/110 m rimarenning
  • 3.000 m forðarenning
  • hæddarlop
  • trístøkk
  • spjótkast
  • kúluvarp
  • 4×400 m boðrenning

Báðar dagarnar verður kappast frá klokkan 13.00 til umleið 16.30.

Tilmeldingarsíðan er beint her. Freistin at melda til er í týskvøldið  18. august á miðnátt.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar