Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Frálíkt veður og super tíðir Runt Agnið

BETRI Vetrarkappingin varð skotin í gongd í gjár. Byrjað varð sum vanligt við siðbundna teininum Runt Agnið, við byrjan við Tofta skúla og máli á niðara vegnum, beint niðanfyri ráðhúsið hjá Nes kommunu.

Sum vanligt seinnu árini var so mikið væl fyriskipað av Roysninum, at rennararnir fingu logn og eini 6 hitastig, tá rennast skuldi, hetta hóast rættiligt heystveður hevði verið dagarnar undan kappiningini.

Og rennararnir gjørdu sær dælt av góðu umstøðunum. Í opna bólkinum fylgdust Tummas Napoleon Arge úr Hvirluni og Bjarki Johannesen úr Roysninum allan vegin, og avgerðin um, hvør teirra skuldi vinna kappingina, bleiv ikki tikin fyrr enn beint áðrenn málið, tá Tummas Napoleon átti munin. Teir trýstu hvønn annan og runnu báðir framúrskarandi tíðir – Tummas Napoleon 35,29 min og Bjarki 35,32 min. Spennandi verður at fylgja teimum í vetur. Tummas Napoleon er kendur frá breytini, sum sprintari og miðteinarennari, meðan Bjarki av álvara hevur lagt dent á renningina hetta seinasta árið. Teir hava báðir tikið seg nógv fram. Peter Jensen úr Bragdinum gjørdist nummar trý í opna bólkinum hjá monnum við 37,58 min.

Tummas Napoleon (t.v.) og Bjarki rinda møðina.

Í opna bólkinum hjá kvinnunum kappaðust landsliðsíðkararnir Rebekka Fuglø, Treysti, Sarað Vallin, Bragdið og Rigmor N. Arge, Hvirlan og Maria Biskopstø, Treysti, um trý tey fremstu plássini. Tær komu eisini á mál í hesi røð við ávíkavist 39,53 min., 41,03 min., 43,25 min. og 43,49 min.

Rebekka, sum vann opna bólkin hjá kvinnum, yviri á Mýrunum.

Rigmor vann, umframt triðja plássíð í opna bólkinum, eisini veteranbólkinum hjá kvinnum, og Maria Biskopstø vann bólkin hjá kvinnuunglingum. Tabita hvannastein vann bólkin hjá gentum – hon rann 5 km við tíðini 28,29 min. og Ella Áarstein, Treysti, vann supervetaranbólkin hjá kvinnum við tíðini 50,11 min.

Rigmor vann veteranbólkin
Maria Biskopstø vann kvinnuunglingar
Tabita vann gentubólkin
Ella vann superveteranbólkin hjá kvinnum

Hjá monnunum vóru bólkavinnnararnir hjá mansunglingum Ingi Johannesen, Roysnið, við 41,24 min., í veteranbólkinum Hallur Holm, Bragdið, við 39,19 min, í supervetranbólkinum Henry Olsen, Bragdið, við 40,17 min. og í ultraveteranbólkinum Jens R. Weihe, Frælsi, við 46,22 min.

Ingi vann mansunglingabólkin
Hallur vann veteranbólkin
Henry van superveteranbólkin
Jens vann ultraveteranbólkin

Íalt 62 rennarar tóku lut í gjár. Hugnaliga samveran í Tofta skúla eftir kappingina var, vegna korona, skift út við ein drekkamunn á málinum, og í góðveðrinum eydnaðist løtan sera væl.

Næsta umfar í vetrarkappingini er í Havn, tá Hvirlan um tvær vikur, tann 21. november, skipar fyri renningini við Kerjar. Neyðug atlit verða sjálvandi tikin fyri umstøðunum í safelagnum, sum eru so broytilig í løtuni.

Allar tíðirnar frá kappingini eru at finna her.

Og myndir, sum Jóannes Poulsen tók, eru at finna her.

Stroyming frá máløkinum er at finna á Facebook-vanganum hjá FÍF her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar