Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Betri VK-3: Bjarki og Rebekka vunnu í Kollafirði

Í fagrasta veðri leygarmorgunin skipaði Bragdið, saman við FÍF, fyri triðja umfari í Betri vetrarkappingini í Kollafirði. Omanfyri 60 rennarar luttóku hesuferð. Hetta var samstundis ársins seinasta rennikapping. Seinasta umfar fyri viku síðani við Kerjar vóru tað Bjarki Johannesen úr Roysnið og Rebekka Fuglø úr Treysti ið vunnu. Tað endurtóku tey aftur leygarmorgunin við góðum tíðum. Fleiri runnu eisini góðar tíðir.

Teinurin tey vaksnu runnu var umleið 10 km. Bjarki tók sær av løttum og vann við tíðini 35.23 min. frammanfyri ávikavist Peter Jensen (35.44) og Rógva Kárason (36.07). Rebekka vann við 37.44 min. frammanfyri kvinnuunglingin Mariu Bisopstø (42.24) og veteranin Ann-Mari av Skarði (46.14).

Ingi Johannessen kom sum fjórði maður um málstrikuna við 38.01 min. og vann mansunglingabólkin. Hallur Holm kom sum fimti maður á mál við 38.21 og vann veteranbólkin. Heini Gregersen vann við 39.01 min. superveteranbólkin, meðan Jens R. Weihe við 43.07 vann ultraveteranbólkin.

Jóngerð H. Olsen vann ultraveteranbólkin við 1.04.25. Børnini runnu umleið 3 km og har kom Vibeka Sivertsen fyrst á mál við 12.08.

Øll úrslitini frá kappingini í Kollafirði finnast: 05.12.20 Betri VK-3 Kollafjørður

Myndir frá renningini eru í Facebook-myndaskjáttuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya og leinkja er her: (20+) Facebook

Fjórða umfar í BETRI vetrarkappingini verður í Vágunum 16. januar næsta ár.

 

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar