Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Favorittarnir vunnu í Sørvági

Bjarki Johannesen og Rebekka Fuglø halda á fram at vinna sær flestu stigini í Betri Vetrarkappingini 2020-21.

Leygardagin luttóku 54 rennarar í fjórða umafri av Betri Vetrarkappingini. Runnið var í hampiliga góðum líkindum í Sørvági. Tað var annars vindur og regn kring landið, so nógvir at rennarunum mundu vera heldur ivasamir, tá teir hugdu út gjøgnum gluggan um morgunin.

Men veðrið í Sørvági var gott. Sirm og ikki regn, og eitt lot undan á veg móti Bø og mótvindur heim aftur.

Bjarki Johannesen, Roysnið, Peter Jensen, Bragdið, og Rógvi Kárason, Bragdið, fylgdust út til Bø, har vent varð, og komu á mál í somu røð, hóast Bjarki og Peter vóru mestsum javnir á mál. Báðir nýttu 32,08 min. um teir 9 kilometrarnar. Rógvi hevði tíðina 32,32 min.


Hjá kvinnunum var Rebekka Fuglø úr Treysti í serflokki. Hon vann við 33,37 min. frammanfyri Saruh Vallin úr Bragdinum við 34,45 min. og Mariu Biskopstø úr Treysti við 36,35 min.

Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti vann kappingina hjá gentum við tíðini 11,53 min. Teinurin var 3 km.

Maria Biskopstø úr Treysti vann kvinnuunglingabólkin við 36,35 min., og Ingi Johannesen úr Roysninum vann mansunglingabólkin við 33,37 min.

Rigmor Napoleonsdóttir Arge úr Hvirluni vann veteranbólkin hjá Kvinnum við 38,15 min, og Hallur Holm, Brgadið, vann vetaranbólkin hjá monnum við 33,52 min.

Ella Áarstein úr Treysti vann superveteranbólkin hjá kvinnum við 43,21 min., og Heini Gregersen úr Treysti vann superveteranbólkin hjá monnum við 34,56 min.

Jens R. Weihe úr Frælsi vann ultraveteranbólkin hjá monnum við 38,44 min.

Øll úrslitini eru annars at síggja á hesi leinkjuni. (pdf)

Samlaða støðan í Betri Vetrarkappingini hjá einstalinum og liðum er at síggja á hesi leinkjuni. (pdf)

Fleiri myndir frá kappingini eru at síggja á facebook-síðuni hjá FÍF her og facebook-síðuni hjá Frælsi her.

Stroyming frá startinum er at síggja á facebook-síðuni hjá FÍF her.

Og stroyming frá máløkinum og heiðursmerkjahandanini er somuleiðis at síggja á facebook-síðuni hjá FÍF her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar