Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Opin kapping á Tórsbreyt mikudagin 28. apríl

Bragdið, í samstarvi við Hvirluna, skipar fyri opnum kappingum í frælsum ítrótti á Tórsbreyt mikudagin 28. apríl kl. 17. Kappingin er meldað til DAF og FÍF.

9 til 14 ára gomul (føðiár 2012 og aftur til 2007) kunnu luttaka í renningunum og longdarlopi (har tey fáa 3’ar royndir).

15 ár og eldri (føðiár 2006 og áðrenn) kunnu luttaka í øllum greinum.

Í kúluvarpi, longdarlopi og trístøkki, fáa tey eldru 6 royndir.

Tilmelding á staðnum (í teknikkrúminum á Tórsbreyt) í seinasta lagi kl. 16.30 ella skrivligt til Jógvan K. Glerfoss á “jkglerfoss@gmail.com” ella á Facebook-messenger við tilskilan av fullum navni, føðiári og greinum.

Skrá:
Kl. 17.00 100 m
Kl. 17.20 800 m
Kl. 17.30 Longdarlop
Kl. 17.30 Trístøkk
Kl. 17.30 Hæddarlop
Kl. 17.30 Kúluvarp
Kl. 18.00 400 m

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar