Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM á breyt fyri vaksin verður í døgunum 14.-15. august

Leygar- og sunnudagin 14. og 15. august verður FM fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Kappast verður í øllum greinum uttan í stangarlopi.

FM er opin kapping, og FÍF vónar, at síggja øll “tey vanligu” umframt nógv nýggj andlit, sum hava hug at royna síni evni. Einast treyt fyri luttøku er at man er føddur í 2006 ella fyrr.

Leygardagin verður kappast í hesum greinum:
100 m, 400 m, 1.500 m, 5.000 m, 100/110 m rim, 3.000 m forðarenning, 4×100 m, trýstøkk, spjótkast, klingrukast

Sunnudagin verður kappast í hesum greinum:
200 m, 800 m, 10.000 m, 400 m rim, 4×400 m, hæddarlop, longd, kúlustoyt og hamarkast

Kappast verður frá kl. 11 leygardag og kl. 13 sunnudag.

Meldað verður til FM á hesi slóðini. Freistin at melda til er í týskvøldið  10. august á miðnátt.

Tørvur er á nógvum hjálparfólkum, og til ber at melda til sum hjálparfólk, annan dagin ella báðar dagarnar, á hesi slóðini.

Vælkomin til FM á breyt.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar