Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslitini frá FM 2021

Eftir enn ein góðan dag á Tórsbreyt í dag, er FM fyri vaksin 2021 farið aftur um bak.

Veðrið hevur verið av tí fræga. Í løtum enntá heilt gott. Hetta sæst aftur í úrslítunum báðar dagarnar. Heilt nógv hava sett persónlig met, fleiri bólkamet eru tikin og eisini hava vit sæð fleiri úrslit undir oyggjaleikakrøvini í ymisku greinunum.
So sera hugaligt og skapar hetta ein spenning fyri komandi kappingar. Tað eru heilt ítøkiligt FM fyri ung 4. og 5. september og DM fyri ung 11. og 12. september.
Í viðhefta leinki, síggjast øll úrslitini.
Úrslit FM2021 PDF

Eitt úrvæl av myndum er tikið úr myndaskjáttuni hjá Bjørg Svabo, ið er okkara trúgvi myndatænari, til nærum hvørja kapping á breyt.

Leinki til hennara myndaskjáttur eru her : Leygardagur og sunnudagur.

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar