Herfyri var meginparturin av FM og FM fyri ung í frælsum ítrótti fyriskipaður í Klaksvík. Tó manglaðu longru kastini, sum krevja annað undirlag og ikki kunnu avgreiðast á graslíki.
Komandi leygardag – tann 8. august – verður kappast um FM og FMU í longru kastunum á Tórsbreyt.
Kappast verður í klingru, hamar, spjóti og bóltkasti.
Tilmeldingin er opin á Roster, og meldast kann til fram til hóskvøldið kl. 21.
Skráin fyri kappingina leygardagin verður løgd endaliga, tá freistin er farin, men ætlandi byrjar kappingin kl. 11 leygardagin 8. august.

