Frælsur Ítróttur Føroya 06.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

SEINASTA FREIST AT TEKNA SEG TIL FVHM2026 ER 31. AUGUST

Ger sum hini 520, sum longu hava teknað seg – tekna teg áðrenn freistina 31. august á
fraelsi.fo

Seinasta freist at tekna seg til Føroya vakrasta hálvmaraton – og at gera møguligar broytingar ella navnabroytingar – er mánadagin 31. august.
Føroya vakrasta hálvmaraton verður leygardagin 5. september.
Longu nú hava 520 luttakarar váttað sína luttøku. Tað eru 294 kvinnur og 226 menn. 351 hava meldað seg til at renna, og 169 til at ganga.

Tiltakið savnar ikki bert rennarar og gongufólk úr Føroyum, men eisini úr útheiminum – 20 ymiskir tjóðskapir luttaka.
Hetta er bæði ein ítróttaligur og mentanarligur veitsludagur, har luttakararnir eru alt frá royndum rennarum og gongufólki – til arbeiðspláss, vinabólkar og familjur. Rutan er úr Gásadali til Sandavágs kirkju og fer gjøgnum allar bygdirnar í Vágum – ein einastandandi vøkur ruta við nógvum tónleiki framvið vegnum.

Serliga sterk er løtan, tá komið verður um málstrikuna við kirkjuna í Sandavági, har fløggini úr øllum luttakandi londunum veittra
Tiltakið hevur eisini ein týðandi sosialan leiklut. Ein partur av luttøkugjaldinum hjá gongufólki fer til Krabbameinsfelagið. Rennarar hava høvi at lata stuðul, og felagið Berin, sum arbeiðir við sorgarbólkum fyri børn, fær fastan stuðul.

Ítróttarfelagið Frælsi – Felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, skipar fyri Føroya vakrasta hálvmaratoni – við dyggum stuðli frá kommununum, bjargingarfelagnum og vinnulívinum í økinum. Ein ørgrynna av sjálvbodnum tryggja, at tað yvirhøvur letur seg gera.

Í sambandi við tiltakið hevur Landsverk avgjørt at stongja Gásadalstunnilin frá kl. 09.45 til kl. 11.30 og Vatnavegin frá kl. 11.30 til kl. 13.00. Frá kl. 13.00 til kl. 14.00 verður konvoy koyring, sum Vága bjargingarfelag skipar.

Nógv fólk vera á vegnum úr Gásadali til Sandavágs, og heita vit á øll um at koyra við varsemi og við atliti til tey mongu, sum ganga og renna hendan vakra túrin.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar