Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

TÍÐINDASKRIV

Arkivmynd 2004

FØROYA BJÓR RENNING

– á Norðoyastevnu

Eins og undanfarin ár, so skipar Ítróttafelagið
TREYSTI fyri tí árligu FØROYA BJÓR RENNINGINI á Norðoyastevnu . Hetta
er 8. árið á rað, at runnið verður í miðbýnum. Luttøkan hevur verið sera góð
síðani tað byrjaði, og er hon voksin hvørt ár, og hava umleið 150 rennarir
luttikið seinnu árini. Í ár verður renningin leygardagin
5. juni . Rutan hjá børnum verður tann sama, tvs. at runnið verður eftir
Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Harafturímóti er rutan hjá teimum
vaksnu broytt í ár, í mun til undanfarin ár. Í ár verður runnið runt “Stóra
Eið”. Tvs. eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Heygavegi, Nýggjavegi, Bøgøtu og
Biskupsstøðgøtu. Teinurin er tó óbroyttur. Rennast skulu 3 ¼   umfar av hesi rutu. Byrjað verður uppi í
Bøgøtu við KÍ-høllina og runnið oman til Telefonstøðina. Tá komið verður fram
við málinum fyrstu ferð, skal ein renna 3 umfør afturat. Byrjan hjá børnunum verður
við Telefonstøðina. Málið hjá øllum verður við Telefonstøðina. Kappingin hjá
teimum vaksnu er samstundis 2. umfar í Grand Prix kappingini, meðan tað hjá
børnunum er talan um 1. umfar í Grand Prix kappingini. Aftur í ár verður tað
soleiðis, at ein skal verða limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan
ítrótt, fyri at telja við í Grand Prix samanhangi. Skráin fyri rennikappingina
sær annars soleiðis út:

Kl.                         Aldursbólkur                                                               Teinur

12.00                    Menn/Kvinnur (f. 1986 ella
fyrr)                             5 km

12.00                    Veteranar (f.1958 ella fyrr)                                       5 km

12.35                    Dreingir-7/Gentur-7
(f.1997 ella seinni)               665 m

12.45                    Dreingir-10/Gentur-10
(f.1994-1996)                    665 m

12.55                    Dreingir-13/Gentur-13
(f.1991-1993)                    1.330 m

13.05                    Dreingir-17/Gentur-17
(f.1987-1990)                    1.330 m

13.15                    Firma-staffet (3 luttakarir,
1 umfar í part)             665 m x 3

13.30                    Heiðursmerkjahandan

GRAND
PRIX FYRI BØRN

Aftur í summar
verður skipað fyri Grand Prix kapping fyri børn. Kappingin hjá børnunum verður
í ár í seks umførum. Fyrsta umfar verður á Norðoyastevnu, síðani eru tað
Eystanstevna, Sundalagsstevna, Fjarðastevna, Vestanstevnu og at enda Ólavsøka,
sum telja við. Kappingin er býtt upp í fýra aldursbólkar, sum eru hesir:

Dreingir-7
/Gentur-7     (f. 1997 ella seinni)

Dreingir-10/Gentur-10
(f. 1994-1996)

Dreingir-13/Gentur-13
(f. 1991-1993)

Dreingir-17/Gentur-17
(f. 1987-1990)

Stigatalvan sum
verður brúkt hjá børnunum, verður tann sama sum hjá teimum vaksnu, tvs. at nr.
1. fær 40 stig og síðani fáa teir næstu rennarnir 34, 30, 26, 23, 20, 18, 16,
14, 12, 10, 9, 8, 7, 6, 5, 4, 3, 2 og nr. 20 fær 1 stig.   Vinnarir í teimum ymsu bólkunum verða so teir
rennarnir, sum hava fingið flest stig tilsamans á Ólavsøku og fáa nummar 1, 2
og 3 steyp til ognar. Fyri at telja við í endaligu støðuni, so skal man hava
verið við í minst 4 av teimum 6 kappingunum.

FÍF hevur í ár sett
sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein
verða limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr
Norðoyggjum, Bragdið úr Havn, Roysnið úr Eysturoynni ella Frælsi úr Vágunum.

FIRMA-STAFFETTIN

Aftur í ár verður skipa fyri ”firma-staffet.
Aftur í ár er tað soleiðis, at ongin ”professionellir” rennari kann verða við,
tvs. ongin sum hevur luttikið í 5 km frammanundan, kann verða við í
staffettini. Henda broyting skuldi gjarna ført við sær, at tað blívur
hugaligari hjá ”amatørum” at verða við, og tað skuldi aftur ført við sær, at
talið á liðum eisini øktist. Annars er alt tað sama. Tríggir luttakarir
(menn/kvinnur) frá sama firma renna eitt umfar, sum er 665 m, í part. Fyrsti
luttakari á liðnum byrjar og rennur eitt umfar, næsti luttakari stendur klárur
á málinum og fær eitt klapp frá tí fyrsta og rennur síðani avstað, triðji og
seinasti luttakari stendur klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur
síðani avstað og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at   3. maður er avgerandi fyri hvussu liðið
klárar seg. Best er um teir 3 luttakarnir frá sama firma hava líka blusir at
renna í – so tað verður lættari at halda skil á skiftum. Virkir, stovnar o.l.
kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið á tríggjar rennarir.

HEIÐURSMERKIR
OG STEYP

Heiðursmerki
verða latin til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í øllum
aldursbólkum, meðan tað hjá teimum vaksnu verður latið steyp til vinnaran hjá
kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. 2 og 3. Tríggir teir fyrstu
veteranarnir fáa eisini heiðursmerki. Vinnandi stafett-liði fær steyp til
ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Okkurt leskiligt verður
eisini at fáa frá Føroya Bjór .

TILMELDING
ONLINE

Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online
á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo .
Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldi 4. juni klokkan 18.00.
Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin, kr. 20 fyri børn og kr. 150 fyri
staffetlið. Startgjaldið kann flytast á konto 9865-101.947.8 ella gjaldast tá
startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skullu avheinta
startnummur við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til, at
tilmelda seg við Telefonstøðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar
byrja, tá verður lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarir
verða bidnir um, at møta við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn renningin
byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey sum
ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður
minst líka góð sum hon hevur verið seinastu árini.

Fyrireikarnir úr Treystinum ynskja øllum eina
góða Norðoyastevnu.

___________________________________________________________________________________________

Við ítróttakvøðu

Ítróttafelagið Treysti

Guttorm Sørensen                           Jonhard Larsen

tlf. 21 70 67                                       tlf. 22 79
61

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar