Fríggjakvøldið 6. august kl. 19.45 skipa Frælsur Ítróttur Føroya og MBM fyri FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði.
Kappingin er bert fyri vaksin, t.v.s. tey, ið eru fødd í 1988 og fyrr.
Kappast verður í hesum greinum: 100m, 400m, 800m, 5000m, longdarlopi og kúlustoyti hjá monnum og kvinnum.
Fyri at luttaka krevst, at ein er limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan ítrótt: Bragdið, Frælsi, Roysnið ella Treysti. Til ber at tekna seg sum lim, samstundis sum meldað verður til kappingina.
Tilmelding fer fram her á síðuni í seinasta lagi hóskvøldið kl. 20.00. Tilmelding á staðnum ber bert til, um hon ikki ávirkar endaligu skránna, ið verður løgd, tá tilmeldingarnar eru komnar inn, hóskvøldið.

