Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

FM í frælsum ítrótti verður á Toftum sunnudagin 21. august

Arkivmynd 2005

Sunnudagin 21. august kl. 13.15 skipa Frælsur Ítróttur Føroya og MBM fyri FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði.

Kappingin er bert fyri vaksin, t.v.s. tey, ið eru fødd í 1989 og fyrr.

Kappast verður í hesum greinum: 100m, 400m, 800m, 5000m, longdarlopi, trýstøkki og kúlustoyti hjá monnum og kvinnum.

Fyri at luttaka krevst, at ein er limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan ítrótt: Bragdið, Frælsi, Roysnið ella Treysti. Til ber at tekna seg sum lim, samstundis sum meldað verður til kappingina.

Tilmelding fer fram her á síðuni í seinasta lagi leygarkvøldið kl. 20.00. Tilmelding á staðnum ber bert til, um hon ikki ávirkar endaligu skránna, ið verður løgd, tá tilmeldingarnar eru komnar inn, leygarkvøldið.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar