Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

NHR renning 2004 var í Norðdepli sunnudagin 4. juli

Arkivmynd 2004

Hjá gentum undir skúlaaldur gjørdist Gudny Johannesen úr Klaksvík vinnari frammanfyri Mikalu Mørkøre úr Treystinum og Paulinu Fuglø úr Norðdepli. Tað vóru ikki færri enn 20 gentur í hesum bólkinum. Hjá dreingjum undir skúlaaldur gjørdist Leivur í Buð Justinusen úr Árnafirði vinnari, frammanfyri teir báðar Kára Sólheygg og Álvur Zachariassen úr Klaksvík. Í hesum bólkinum runnu 11 dreingir.

Síðani runnu gentur og dreingir í 1. og 2. flokki. Hjá gentunum gjørdist Maria F. Christiansen úr Hvannasundi vinnari, meðan Ninna Christiansen og Sigrun Sirdal, eisini báðar úr Hvannasundi, gjørdust nummar tvey og trý. Hjá dreingjunum gjørdist Osvald á Marknagili úr Treystinum fremstur, meðan Jógvan Gardar úr Hvannasundi gjørdist nummar tvey og Jákup Petersen av Viðareiði gjørdist nummar trý.

So runnu børnini úr 3. og 4. flokki, og hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari, meðan Sanna Zachariasen og Jakubina Poulsen, báðar úr Hvannasundi, gjørdust nummar tvey og trý. Hjá dreingjunum gjørdist Filip Sivertsen úr Norðdepli nummar eitt, meðan Kristin Sivertsen og Pól í Frammistovu, báðir úr Hvannasundi, gjørdust nummar tvey og trý.

Næsti startur var fyri børnini úr 5. til 10. flokk. Hjá gentunum úr 5. og 6. flokki gjørdist Maj Poulsen úr Hvannasundi vinnari, frammanfyri Elsebet Poulsen eisini úr Hvannasundi. Hjá dreingjunum úr 5. og 6. flokki gjørdist Jan Elmar Sørensen úr Treystinum vinnari, frammanfyri Dánjal Simonsen av Viðareiði, sum gjørdist nummar tvey og Sigmund Olsen úr Hvannasundi íð gjørdist nummar trý.

Hjá gentunum 7. til 10. flokk gjørdist Durita Poulsen úr Hvannasundi vinnari og hjá dreingjunum úr somu flokkum gjørdist Álvur F. Christiansen úr Treystinum vinnari, meðan Tummas Kjærbo og Olvheðin Jacobsen, báðir úr Hvannasundi, gjørdust ávikavist nummar tvey og trý.

Fyriskiparnir úr Treystinum vóru sera væl nøgdir við rennikappingina og vónaðu at kunna skipa fyri rennikapping aftur norðanfyri eina aðru ferð.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar