Bragdið søkir eftir ungdómsvenjara
Ætlanin er at fara undir miðvíst ungdómsarbeiði í felagnum, og í hesum sambandi hevur ein arbeiðsbólkur gjørt tilmæli til nevndina viðvíkjandi ungdómsarbeiði innan frælsu ítróttina.
Til tess at skipa hetta arbeiðið, søkir Bragdið eftir einum venjara, sum saman við nevndini kann leggja eina miðvísa ætlan fyri ungdómsarbeiðið í felagnum við framtíðini í huga og skipa fyri sjálvari venjingini.
Tað er ein fortreyt, at viðkomandi hevur royndir innan frælsan ítrótt. Felagið kann veita stuðul til neyðuga útbúgving. Ætlanin er, at venjingin kann byrja í mei mánaða, sum eitt tilboð og framhald av "Skúla FM".
Arbeiðsumstøður, tíðir o.a. verða nærri avtalaðar millum Bragdið og venjaran.
Áhugaði kunnu venda sær til formannin í Bragdinum, Robert Vilhelmsen, á tlf. 218075 ella við telduposti til robert@elektron.fo

