Seinasta ár vóru tað væl fleiri enn 200 børn og vaksin sum tóku lut í teimum fýra kappingunum. Í ár verða kappingarnar í hesi raðfylgju:
1. 30/08 Tórshavn 21,1 km
2. 13/09 Klaksvík 5 km
3. 18/10 Toftir 10,5 km
4. 25/10 Kambsdalur 5,6 km
Vinnari av Daewoo Marathon Cup verður tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar.
Kappingin verður skipað fyri bæði kvinnur og menn, og er tað ikki neyðugt at verða limur í nøkrum felag fyri at kunna luttaka.
Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Samlaði vinnarin av Daewoo Marathon Cup fær kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og 5 fáa ávikavist kr. 400, 300, 200 og 100. Eisini verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3. Aftur í ár verður ein bólkur fyri veteranar, tvs. fyri tey, sum eru fødd í 1957 ella fyrr.

