Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Rennikapping á Eystanstevnu

Arkivmynd 2004

Fríggjakvøldið 11. juni skipar
Roysnið fyri rennikapping í Runavík .   Startur og mál eru við
Runavíkar Timburhandil .

Kappingin er 2. umfar
í Grand Prix kappingini hjá børnum og 3. umfar í Grand Prix kappingini hjá vaksnum . Tey vaksnu
kappast samstundis um FM heitið í 10 km renning .

Kappast verður í ymsum bólkum hjá
børnum   og vaksnum . Try ́ tey fyrstu á mál
í øllum bólkum fáa heiðursmerki .

Kappast verður í hesum bólkum :

Gentur / Dreingir -7 (f. 1997-)

Gentur / Dreingir -10 (f. 1994-96)

Gentur/Dreingir -13 (f. 1991-93)

Gentur/Dreingir -17 (f. 1987-90)

Kvinnur/Menn
(f. 1959-86)

Kvinnur/Menn
veteranar (f. -1958)

Startur og
mál hjá øllum bólkum er við Runavíkar Timburhandil.

Tveir teir
yngstu bólkarnir hjá børnum renna einar 250 m, venda um eina keylu og koma síðan
aftur á mál. Samlaði teinurin hjá teimum er umleið ein hálvan km.

Tey vaksnu
renna 1 km inneftir keiøkinum og venda síðani útaftur. Tey renna hesa runduna 5
ferðir, so samlaði teimurin verður 10 km.

Tey ungu
(-13 og -17) renna somu leiðina einaferð. Samlaði
teinurin hjá teimum er 2   km. Tey byrja
saman við teimum vaksnu.

Byrjað verður sambært hesi skrá:

18.15
Avheintan av startnumrum við Runavíkar Timburhandil

18.45 Børn -7 (f. 97-) renna
1/2 km

18.55 Børn -10 (f. 94-96) renna
1/2 km

19.05 Børn -13 (f. 91-93) og ung -17 (f. 87-90) renna 2 km

19.05 Vaksin renna 10 km

20.00 Heiðursmerki verða handaði við
Sparikassan

Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athletics.fo í seinasta lagi hóskvøldið
10. juni kl.   20.00.

Luttøkugjaldið , ið er
kr. 20,- fyri børn og kr. 50,- fyri
vaksin , verður goldið , tá   numrini verða avheintaði . Um meldað verður
til sjálvan kappingardagin ,
verður eitt eykagjald á kr. 20,- kravt .

Startnumrini verða avheintaði við Runavíkar Timburhandil ein hálvan tíma
undan   kappingini .

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar