Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Rennikapping fyri børn á Eystanstevnu

Arkivmynd 2005

Fríggjakvøldið 10. juni skipar Roysnið fyri rennikapping fyri børn í Runavík .   Startur og mál eru við Runavíkar Timburhandil .

Kappingin er samstundis 3. umfar í Grand Prix kappingini hjá børnum . Kappast verður í ymsum bólkum . Trý tey fyrstu á mál í øllum bólkum fáa heiðursmerki .

Byrjað verður sambært hesi skrá:

17.45 Avheintan av startnumrum við Runavíkar Timburhandil

18.15 Børn -7 (f. 98-) renna 1/2 km

18.25 Børn -10 (f. 95-97) renna 1/2 km

18.35 Børn -13 (f. 92-94) og ung -17 (f. 88-91) renna 2 km

18 .50 Heiðursmerki verða handaðið við Sparikassan

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni í seinasta lagi hóskvøldið 9. juni kl.   20.00.

Luttøkugjaldið , ið er kr. 20,-, verður goldið , tá   numrini verða avheintaðið við Runavíkar Timburhandil ein hálvan tíma undan   kappingini .

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar