Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Føroya Bjór Renningin á Norðoyastevnu 31. mei

Arkivmynd 2003

Melda til her!

Eins og undanfarin ár, so skipar Ítróttafelagið Treysti fyri tí árligu FØROYA BJÓR RENNINGINI á Norðoyastevnu. Byrjað verður kl. 12.00 leygardagin 31. mei 2003.

Henda rennikapping er nú blivin ein fastur táttur í leygardagsskránni á Norðoyastevnu, og er hetta 7. árið á rað, at runnið verður í miðbýnum. Luttøkan hevur verið sera góð, síðani tað byrjaði, og er hon voksin hvørt ár, og eru umleið 150 luttakarir við.

Í ár verður renningin leygardagin 31. mai. Rutan verður tann sama, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Byrjan hjá børnunum verður við Telefonstøðina, meðan tey vaksnu byrja við Talvhúsið. Málið hjá øllum verður við Telefonstøðina.

2. umfar í GP hjá teimum vaksnu

Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis 2. umfar í Grand Prix kappingini, sum FÍF, sum er sersambandið fyri frælsan ítrótt, skipar fyri.

Hini umførini verða í:
Runavík týskvøldið 10. juni

Fuglafirði 5. juli

Sandavági 12. juli

Havn 27. juli

Grand Prix fyri børn aftur í ár

Aftur í summar verður skipað fyri einari Grand Prix kapping fyri børn, tvs. fyri bæði gentur og dreingir hvør sær. Grand Prix kappingin hjá børnunum verður í fimm umførum. Fyrsta umfar verður á Norðoyastevnu, næsta verður á Eystanstevnu (14. juni), triðja verður á Varmakeldu (5. juli), fjóðra á Vestanstevnu (12. juli), meðan fimta og seinasta umfar verður á Ólavsøku (27. juli). Kappingin er býtt upp í fýra aldursbólkar, sum eru hesir:

Dreingir-7 /Gentur-7 (f. 1996 ella seinni)

Dreingir-10/Gentur-10 (f. 1993-1995)

Dreingir-13/Gentur-13 (f. 1990-1992)

Dreingir-17/Gentur-17 (f. 1986-1989)

Stigatalvan, sum verður brúkt hjá børnunum, verður tann sama sum hjá teimum vaksnu, tvs. at nr. 1. fær 40 stig, og síðani fá teir næstu rennararnir 34, 30, 26, 23, 20, 18, 16, 14, 12, 10, 9, 8, 7, 6, 5, 4, 3, 2, og nr. 20 fær 1 stig. Vinnarir í teimum ymsu bólkunum verða so teir rennarnir, sum hava fingið flest stig tilsamans á Ólavsøku, og fáa nummar 1, 2 og 3 steyp til ognar. Fyri at telja við í endaligu støðuni, so skal man hava verið við í minst 4 av teimum 5 kappingunum.

Nýggjar luttøkutreytir

FÍF hevur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini hjá vaksnum og børnum, so skal ein verða limur í einum av teimum trimum feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treystinum úr Norðoyggjum, Bragdinum úr Havn ella Roysninum úr Eysturoynni.

Hetta er partvís gjørt, eftirsum Grand Prix kappingin er at rokna sum eitt slag av landskapping í renning. Eisini vónar FÍF við hesum at fáa eitt betri samband við rennarar kring landið, so kappingar og onnur tiltøk betri kunnu skipast, soleiðis sum tey íðkandi ynskja tað.

Um tú hevur hug at gerast limur í einum av feløgunum, kanst tú fylla tann avvarandi teigin niðast á tilmeldingarsíðuni út.

Firma Stafettin

Aftur í ár verður skipa fyri ”firma-staffet”. Seinastu trý árini hevur hon eydnast so mikið væl, at roynt verður aftur í ár.

Aftur í ár er tað soleiðis, at ongin ”professionellir” rennari kann verða við, tvs. ongin sum hevur luttikið í 5 km frammanundan, kann verða við í staffettini.

Henda broyting skuldi gjarna ført við sær, at tað blívur hugaligari hjá ”amatørum” at verða við, og tað skuldi aftur ført við sær, at talið á liðum eisini øktist.

Annars er alt tað sama. Tríggir luttakarir (menn/kvinnur) frá somu fyritøku renna eitt umfar, sum er 675 m, í part. Fyrsti luttakari á liðnum byrjar og rennur eitt umfar, næsti luttakari stendur klárur á málinum og fær eitt klapp frá tí fyrsta og rennur síðani avstað, triðji og seinasti luttakari stendur klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur síðani avstað, og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at 3. maður er avgerandi fyri, hvussu liðið klárar seg. Best er, um teir 3 luttakarnir frá somu fyritøku hava eins blusir at renna í – so tað verður lættari at halda skil á skiftum. Virki, stovnar o.l. kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið við trimum rennarum á hvørjum.

Heiðursmerki og steyp

Tá seinasti rennarin er komin á mál, og úrslitini eru greið, verða heiðursmerkir handaði til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í øllum aldursbólkum, meðan tað hjá teimum vaksnu verður latið steyp til vinnaran hjá kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. 2 og 3. Tríggir teir fyrstu veteranarnir fáa eisini heiðursmerki. Vinnandi stafett-liði fær steyp til ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerki. Okkurt leskiligt verður eisini at fáa frá Føroya Bjór.

Tilmelding online

Sum nakað nýtt í Føroya Bjór Renningini ber til at tilmelda seg online her á heimasíðuni. Tað verður gjørt á serligu tilmeldingarsíðuni sum er at finna her .

Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldi 30. mai klokkan 18.00. Luttøkugjaldið, sum er kr. 30,- fyri vaksin, kr. 20,- fyri børn og kr. 100,- fyri staffetlið skal flytast á konto 6460-413.221.3 ella 9865-101.947.8. Tey, sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at tilmelda seg við Telefonstøðina, í seinasta lagi ½ tíma, áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarir verða bidnir um, at møta við Telefonstøðina og tilmelda seg í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla sær at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður minst líka góð sum hon hevur verið seinastu árini.

At enda vilja fyrireikarnir úr Treystinum ynskja øllum eina góða Norðoyastevnu.

Skráin fyri Føroya Bjór Renningina á Norðoyarstevnu 31. mei 2003

Kl.
Aldursbólkur
Umfør
Teinur

12.00
Menn/Kvinnur (f. 1958-1985)

5 km

12.00
Veteranar (f. 1957 ella fyrr)

5 km

12.30
Dreingir-7/Gentur-7 (f. 1996 ella seinni)
1
675 m

12.40
Dreingir-10/Gentur-10 (f. 1993-1995)
1
675 m

12.50
Dreingir-13/Gentur-13 (f. 1990-1992)
2
1.350 m

13.00
Dreingir-17/Gentur-17 (f. 1986-1989)
2
1.350 m

13.10
Firma-staffet (3 luttakarar, 1 umfar í part)
1 x 3
675 m x 3

13.20
Heiðursmerkjahandan

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar