Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.
Bragdið fer tí við hesum at bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin at luttaka í firmakappingini.
Umframt likamliga at vera starvsfólkinum at frama, er henda kapping eisini eitt gott høvi hjá luttakarunum at vera saman á annan hátt enn vanligt. Og tað er eisini sera stimbrandi fyri arbeiðsumhvørvið.
Eftir at komið er á mál, fáa luttakararnir frukt og Poptop. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen og MBM.

