Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

17. Flaggdagsrenningin í Havn 25. apríl

Arkivmynd 2003

Tilmeldingin er liðug!

Flaggdagsrenningin fyri 17. ferð

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrja verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1990 ella seinni, renna umleið 1,8 km.

Firmakapping

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar – kappingin er tann fyrsta í árligu Grand Prix renningini fyri vaksin – er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liðið, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki, tó skulu kvinnur og menn luttaka á hvør sínum liðið.

Grand Prix kappingin 2003

Flaggdagsrenningin er eisini fyrsti partur av Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu og veteranunum. Hendan kapping er at rokna sum ein landskapping bæði fyri einstaklingar og feløg fyri frælsan ítrótt.

Í ár hevur Frælsur Ítróttur Føroya sett sum treyt fyri luttøku í samlaðu Grand Prix kappingini, at luttakararnir eru limir í einum av teimum trimun feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Um tú hevur hug at gerast limur í einum av feløgunum, kanst tú fylla tann avvarandi teigin niðast á síðuni út.

Hini umførini í Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu og veteranunum eru hesi:

Klaksvík 31. mei

Runavík 14. juni (ikki fastløgd enn)

Fuglafirði 5. juli

Sandavági 12. juli

Havn 27. juli

Teinar Flaggdagin

Dreingir -13 (f.1990- ) renna 1800 m.

Gentur -13 (f.1990- ) renna 1800 m.

Kvinnur (f. 1958-1989) renna 7,02 km

Menn (f. 1958-1989) renna 7,02 km

Veteranar kvinnur (f. -1957) renna 7,02 km

Veteranar menn (f. -1957) renna 7,02 km

Eftir at komið er á mál, fáa allir luttakararnir frugt, Poptop og Restorffs sodavatn. Stuðla hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Restorff.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki, umframt ein kepp til allar luttakararnar. Aðrir stuðlar eru Føroya Sparikassi og Restorffs Bryggjarí

Heiðran

Sum nakað nýtt verður farið undir at heiðra tey, sum hava luttikið 10 og 15 ferðir í hesi kapping.

Avheintan av startnummar

Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum hóskvøldið 24. apríl millum kl. 19 og 21.

Vanliga luttaka meiri enn 200 fólk – metið er 240 luttakarar – og er kappingin tí tann størsta av sínum slag í Føroyum. Bragdið vónar, at árið í ár ikki verður nakað undantak, men heldur hinvegin. Gott hevði verið um vit aftur settu luttakaramet í ár.

Bestu tíðirnar á Flaggdegnum

Kvinnur
Tíð
Ár

1
Annemetta Aagaard
26,28 min
2001

2
Sunnevá Bjarnastein
27,32 min
1999

3
Rigmor N. Arge
28,06 min
2000

4
Thorid Wester-Andersen
29,41 min
1992

5
Tordis Debes
30,05 min
2000

6
Katrin Sørensen
31,30 min
2002

7
Jana Jacobsen
31,37 min
2000

8
Jóngerð Høgnesen
32,09 min
1991

9
Guðrun Poulsen
32,39 min
2000

10
Anna Herup Høgnesen
33,00 min
2002

Menn

Tíð
Ár

1
Hallur Holm
22,56 min
1993

2
Guttorm Sørensen

22,58 min

2001

3
Bogi Lenvig
22,59 min
2002

4
Niels Jákup Jakobsen
23,45 min
1991

5
Hjalti Gunnarstein
23,56 min
1992

6
Óli Olsen
23,59 min
1991

7
Sølvi Reinert Hansen
24,05 min
1999

8
Freddie Poulsen
24,07 min
1993

9
Ole Kragh
24,11 min
1993

10
Albert Marni Joensen
24,15 min
2000

Trýst her fyri at lesa excel-ark við fleiri tíðum!

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar