Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

FM í Hálvmarathon 2003

Arkivmynd 2003

Tilmelding á staðnum!

Hálvmarathon í Havn 3. mei

Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimun longru teinunum, tá  Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri kapping í Hálvmarathon leygardagin 3. mei. kl. 14.00. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.

Umframt, at renningin leygardagin er  FM, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s.  at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka.

Cecil og Rigmor vunnu í fjør

Kappingina hjá monnunum í fjør vann Cecil Weihe við tíðini 1 t. 16 min. 55 sek., og hjá kvinnunum vann Rigmor N. Arge við 1 t. 29 min. 57 sek.

Í ár verður kappast í fleiri bólkum,  menn, kvinnur,  og eisini verður kapping fyri veteranar  kvinnur og menn, tað eru tey, sum eru 45 ár ella eldri.

Tilmelding

Kappingin leygardagin byrjar kl. 14.00. Tilmelding er á staðnum hálvan tíma áðrenn startin.

Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum, so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar