Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Føroyameistaraheitið í kast

Arkivmynd 2005

Dysturin um gullið hjá kvinnum gjørdist ein gysari har í Silvia Lauritsen (Bragdið) byrjaði við at leggja seg á odda við einum kasti uppá 31,29 m. Hetta var persónligt met við meir enn trimum metrum.

Ingibjørg Poulsen (Bragdið) og Randi Kúrberg royndu at svarað aftur, men eftir fýra umførð lá Siliva enn á odda, men tað var minni enn ein metur aftur til Randi á triðja plássinum. Í fimta umfarið vísti Randi hennara evnið til at kasta langt tá í tað krevst, og blakaði hon hamarin út á 33.31 m. Hinar kláraðu ikki at svarað aftur, og vann hon tí við hesari longdini, frammanfyri Silviu (31.29) við Ingibjørg á triðjaplássi (30.90 m).

Ikki kann sigast annað enn at nógv er hent í hamarkast í ár. Ingibjørg hevur higartil verði einaráðandi, men á oyggjaleikunum misti hon sítt føroyska met, og nú misti hon føroyska meistarheiti eisini. Randi hevur økt um sítt met við nærum fimm metrum í ár, meðan Silvia hevur økt um sítt persónliga met við nærum 9 metrum í ár, so tað verður stuttligt at fylgja hesum kvinnunum fram til komandi oyggjaleikir.

Hjá monnum luttók bert Heri Ziska (Bragdið), og tað sáðst at har manglaði okkurt at kempa fyri. Heri kastaði nøkur rólig køst, har tað longsta var 41,72 m.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar