Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Fólkaheilsurenning í Havn leygardagin 18. september

Arkivmynd 2004

Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Í Føroyum, sum í øðrum londum í Vesturheiminum, økjast tilburðirnir av sjúkum, sum standast av liviháttinum. Hesar sjúkur stytta um lívsævina og minka harumframt munandi um góðskuna á liviumstøðunum yvirhøvur. Tí er tað umráðandi, at arbeiðið fyri eini góðari fólkaheilsu verður raðfest ovarlaga.

" Við at skipa fyri eini slíkari renning ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk í øllum aldrum til renningina 18. september" , sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Almanna- og heilsumálaráðið 30.08.2004

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar