Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Í Føroyum, sum í øðrum londum í Vesturheiminum, økjast tilburðirnir av sjúkum, sum standast av liviháttinum. Hesar sjúkur stytta um lívsævina og minka harumframt munandi um góðskuna á liviumstøðunum yvirhøvur. Tí er tað umráðandi, at arbeiðið fyri eini góðari fólkaheilsu verður raðfest ovarlaga
" Við at skipa fyri eini slíkari renning ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk í øllum aldrum til renningina 10. september" , sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Almanna- og heilsumálaráðið 24.08.2005

