20,15 min. Nr. 2. var Eli Falkvard, sum eisini er 14 ára gamal, úr Frælsinum, og nr. 3 var Finn Hansen úr Frælsi.
Hjá kvinnum var eisini runnið 15 km og 5 km. Á 15 km hjá kvinnum var tað Petra Gardar, sum vann, meðan Durita Rasmussen úr Frælsi varð nr 2.
Á 5 km hjá kvinnum varð tað tann blaðunga Jenny Svabo úr Frælsinum, sum vann við tíðini 23,35 min. Nr. 2 varð Duruta á lofti og nr. 3 Laila Jacobsen, báðar úr Frælsinum.
Hjá teim yngru varð runnið 2 km.Hjá gentum 2 km var Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum nr. 1 við tíðini 8,05 min. Nr. 2 var Vár Gregersen úr Frælsi, og nr. 3 var Ranvá Djurholm úr Bragdinum.
Hjá dreingjum 2 km var Ari Johannesen av Argjum nr 1 við tíðini 7,51 min.

