Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 2, 5 og 15 kilometrar kanska sum ein ov stórur biti at gloypa. Men hetta skal ikki halda nøkrum aftur, tí endamálið við tiltakinum er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Og tað stendur sjálvsagt púrasta til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin, sum tey velja. Mest umráðandi er at vera við.
Familjutiltak í Vágum leygardagin 2. oktober

