Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

FÍF havt starvsnevndarfund

Arkivmynd 2003

Á starvsnevndarfundinum 9. januar vóru ymisk mál viðgjørd.

Broyttar kappingarreglur

Í samband við, at kappingarskráðin fyri 2003 varð løgd, vórðu kappingarreglurnar umrøddar.

Semja var um, at tað er ein treyt fyri luttøku í samlaðu Grand Prix kappingini og kappingum um FM-heiti, at man er limur í einum av teimum trimum feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Endamálið við teimum herdu reglunum, er at fáa tey, ið íðka frælsan ítrótt at vera betri skipaði. Við størri limaskara er lættari hjá feløgunum og FÍF at skipa fyri tiltøkum, ið eru í trá við ynskini hjá limunum. Samstundis fer økta limatalið vónandi at hava við sær, at fleiri kenna seg sum ein part av frælsa ítróttinum í Føroyum.

Oyggjaleikirnir 2003

Niels Jákup kunnaði um fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar á Guernsey í summar. FÍF hevur umbiðið pláss í flogfarinum til 9 íðkandi og tveir leiðarar.

FÍF hevur ikki lagt seg fast á ávís luttøkukrøv hesuferð. Sum vanligt er meginreglan, at møgulig oyggjaleikaevni mugu klára eina tíð, longd ella hædd, ið svarar til eitt 6.- ella finalupláss á seinastu oyggjaleikum. Samstundis ger úttøkuleiðarin eina meting av støðinum í mun til undanfarnar leikir.

Skúla FM

Eitt tiltak, ið vónandi fer at vaksa um áhugan fyri frælsum ítrótti, er Skúla FM, ið verður leygardagin 17. mei 2003.

Hendan dagin sleppa ein drongur og ein genta úr hvørjum floksstigi úr øllum fólkaskúlum í landinum at royna seg í frælsum ítrótti.

Kappast verður í renning, lopi og kasti. Eftir ætlan skulu skúlarnir sjálvir skipa fyri úttøkukappingum í samband við undirvísingina í fimleiki.

Guttorm Sørensen, ið hevur drúgvar royndir innan frælsan ítrótt, er settur sum fyriskipari av tiltakinum.

Marathon

Fyri fyrstu ferð síðan oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 er ætlanin at skipa fyri einum marathon í Føroyum.

Ymsar ætlanir hava verið frammi, men í fyrstu siftu er ætlanin at skipa fyri einum býarmarathon í Havn leygardagin 17. juli. Eftirsum kappingin er í Havn, hevur Bragdið høvuðsábyrgdina av tiltakinum.

Vónandi fer møguleikin fyri at renna marathon í Føroyum at eggja fleiri rennarum til at gera eitt sindur meiri við venjingina. Kanska fara onnur við at seta sær fyri at royna at gjøgnumføra hendan klassiska teinin.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar