Nú hevur FÍF loksins fingið egna heimasíðu.
Seinasta summar varð navnaøkið athletics.fo keypt. Síðani hevur verið arbeitt við at gera eina heimasíðu fyri sersambandið.
Ætlanin við síðuni er fyrst og fremst at virka sum ein miðstøð fyri føroyskan frælsan ítrótt á alnótini. Síðan skal millum annað innihalda eina dagførda kappingarskrá, ið altíð hevur rættar og eftirfarandi upplýsingar um føroyskar kappingar í frælsum ítrótti. So við og við er eisini ætlanin at savna øll føroysk úrslit og met á síðuni .

