Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Grand prix renning í Hósvík fríggjakvøldið 17. juni

Arkivmynd 2005

Tey vaksnu renna 15 km. Byrjað verður umleið tveir km norðanfyri vegamótið við Svínáir, har gamli og nýggi vegurin til Eiðis møtast. Runnið verður suður gjøgnum Sundalagið eftir gamla vegnum. Tá komið verður til brúnna um Streymin, skulu luttakararnir skjótast gjørligt fara yvir í vinstru síðu, og verða har restina av teininum. Tá komið verður til Hósvíkar, skal rennast á høvuðsvegnum framvið bygdini, og síðani skal sneiðast til vinstru oman á bryggjuna, har málið er.

Bussur fer av bryggjuni í Hósvík kl. 18.30 stundisliga, so møguleiki verður til upphiting við startin.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar