Venjingin hjá honum hevur gingið avbera væl allan vetur. Fyrsta mál á vegnum var ½-marathon kappingin í Eysturoynni í januar, og longu tá fekk ein at síggja, at venjingin hevði givið úrslit. Jonhard betraði tá ½-marathon tíðina við meira enn trimum minuttum.
At venjingin hevur gingið væl, er ikki minst takkað verði rennibandinum hjá Treystinum. Rennibandið hevur gjørt tað, at Jonhard hevur kunna vant sum ætlað allan vetur, og hevur hann tí ongantíð verið darvaður av veðrinum.
At fyrireika seg til marathon krevur nógvar kilometrar í beinini, og tað hevur Jonhard fingið í vetur. Fyrireikingin til London Marathon byrjaði í november, og hevur hildið fram næstan hvønn dag síðani. Í november mánað vandi Jonhard 150 kilometrar, í desember 320 kilometar, í januar 210 kilometrar, í februar 345 kilometrar og í mars 430 kilometrar. Tá ein venur til marathon, skal ein undir venjing helst hava runnið einar 6-8 túrar omanfyri 30 kilometrar. Tað hevur Jonhard eisini gjørt og hevur longsti venjingartúrurin verið uppá 32 kilometrar.



You must be logged in to post a comment.