Síðan verður runnið/gingið eftir gøtuni oman til tyrlupallin yviri við Strond, farið verður eftir Ringvegnum til Hvítanesvegin og oman aftur til Studentaskúlan. Teinurin verður runnin/gingin 2 ferðir.
Tiltakið verður ikki skipað sum ein vanlig kapping, so heiðursmerki verða ikki til tær skjótastu kvinnurnar, men vinningar verða lutaðir millum allar luttakarar, sum koma á mál.
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni. Seinasta freiðst at melda til tiltakið er fríggjadagin 19.08.05, kl. 12:00. Luttakaragjaldið er kr. 50,00, og verður goldið, tá ið startnr. verða avheintað við startøkið kl. 15:00 – 15:30.
Við kvøðu
Bragdið

